|
|
Plantumedisin í El Villar
03-10-99
Af Heine Hestoy
Filmfer in heldur fram til Bygdina El Villar. Vi okkum á ferđini til El villar er Miguel, ein lćkni iđ arbeiđir fyri danska felagsskapin Dialogos í Bolivia. Hann veit nógv um plantur og undiurvísur í nýtsluni av plantumeidisini. Dona Cecilia, ein av nćmingunum hjá Miguel er eisini viđ, og vit fáa hřvi til at síggja hana henta læknaurtir, til nýtlsu í lítla bygdasamfeglagnum. Miguel er errin av næmingi sínum, tí longu eftir fáum mánađum veit hon eina rúgvu um lćknaurtir, og hvussu tćr skulu nýtast.
Ætlanin hjá Erik Jørs lækna er at økja vitanina í heusm umráđinum um náttúrumedisin, sum hevur veriđ nýtt í řldir og royna at seta hetta saman viđ vesturlendskan lćknakunnleika, Cecilia fćr ikki løn fyri arbeiđi sítt, men skal taka eitt sindur frá sjúkingunum, iđ koma til hennara. Hava tey ikki pengar, kunnu tey gjalda viđ einari hřni, ella onkrum øđrum. À vegnum til El Villar, koyrdu vit framviđ verkstađarskúlan Taepo, sum var fíggjađur av fřroyskum dagsverki og settur á stovn av Egil Hoydal. Tađ var undarligt at standa framman fyri marmorplátu viđ bolivianskum flaggi undir liđuni á tí Bolivianska. Vit noyđast at skunda okkum at fáa okkurt til matna og gera tađ iđ gerast skal, tí her í bygdini verđdur slřkt klokkan něggju á kvøldi, so er bølamyrkt alla stađni. Vit spyrja onkran á lítlu matsovuni, hvat tey gera um kvøldarnar. Hann smílist: Vit hava einki sjónavarp, men vit eiga nógv børn.
Ætlanin var, at onkur móttøka skuldi vera í kvøld, tí læknarnir eru komnir á vitjan, og aftaná skuldu vit vitja ein av medisinmonnunum í bygdini, iđ skuldi vísa okkum, hvussu hann grøđir fólk, men hetta verđer av ongum, hann hevđi ikki stundir at tosa viđ okkum fyrr enn í morgin. Hetta verđur áahugavert, tí sjúklingar vitja heldur hann enn lćknan. Erik Jørs dugir sera væl at tosa viđ fólk her á stađnum og roynir ikki at skunda undir. Ůrslitini hjá honum skulu koma tà iđ tíđin er til tess og í samstarvi viđ fólk á stađnum.

Landslagi er so vakurt, at tú ongantí troyttast av at tí. El Villar liggur í Tomina privinsuni sunnan fyri Sucre og er ein av 32 bygdum, í tí fyrsta projektinum sum Erik Jørs setti á stovn viđ felagsskapinum Dialogos. Ætlanin viđ hesari ferđ er at upptaka ein film, sum skal lýsa arbeiđi hjá felgssskapi num á ein populeran hŕtt. Viđ á ferđini er eisini ein lćrari frŕ Andebølle ungdómsskúla, á Fyn,Birger Larsen, sum skal kanna møguleikarnar fyri at fara til Bolivia viđ fimtan nćmingum til tey umráđini, iđ it hava ferđast í.
Hetta er ćtlađ sum eitt skeiđ, har nćmingarnir skulu lćra onnur fólkasløg at kenna og eisini læra eitt sindur av sponskum. Viđ okkum hava vit eisini ein Bolivianskan filmmann Raoul, iđ er sera dugnaligur. Umfram at vera filmmađur er hann eisini lćrari, tí her í Bolivia geldur um at vera úti um seg um ein vil vinna sćr nakrar "bolivianos. "
Um nakrar dagar gongur ferđin věđari á hestbaki, til nakrar bygdir, har eingin vegur finst.
RETUR TIL JALLQUA 99
|
|
 |