Ùr Keypmannhavn til Bolivia.

26-09-99 19:08:53

Ferđin gekk ůr Keypmannahavn via London og Sao Paolo í Brasilia til Santa Cruz í sunnara parti av Bolivia. Eftir ætlan høvdu vit ein tíma í Santa Cruz,áđrenn leiđin gikk víđari til Sucre, høvuđstađin í Boliva.

Men mongum brestur ætlan, serliga í Suđurameiku. Flogfariđ til Sucre var fariđ longu ein tíma, ŕđrenn vit komu til Santa Cruz. Nćsta flogfariđ var ikki ćtlađ fyrr enn mándadag seinnapart. Tó, Tađ eru ađrir mřguleikar at koma til Sucre og onkur av hesum máti roynast, tí ikki vóru stundir at bíđa fleiri dagar.

Fyrsta ætlanin var at leiga ein landcruisara og sjálvi koyra allan vegin, men vit vórđu beinanvegin ávarađi móti hesum. Vegurin segđist at vera so ringur, at vit noyddust at hava ein stađdkendan viđ okkum fyri at finna. Annar mřguleikin var at finna ein buss, iđ kundi koyra okkum seks beinleiđis til Sucre. Tađ eydnađist, fyri 500 dollars, men í evstu lřtu, leyp sjaførurin frá. Hann hevđi hoyrt, at vegurin var partvístUndir vatni, og onkustađni var lopiđ.

Sostatt noyddist vit at halda leiđina fram til Santa Cruz iđ liggur umleiđ 30 kilometrar frá flogvřllin-um at finna ein annan buss til Sucre.
Viđfřriđ var stórt. Hetta er fyrstu ferđ at producarin Jan Haugaard er einsmallur á slíkari filmferđ, uttan tekniskar hjálparmenn og upptøkumann, men hetta er neyđugt, tí alt arbeiđi á hesari ferđ er Sjálvbođiđ og ikki er fíggjing til ov nógv mannskap.

Tíbetur, tađ eydnađist at finne ein buss, til Sucre Klokkan seks seinnapartin og tá viđfřriđ var lćst inni var høvi at spáka sær ein túr í SantaCruz.
Ì býnum býr umleiđ ein millión hann er vaksin nógv hesi seinastu árini vegna eitt ovurstórt landbrúk, sum samstundis hevur oytt nógva frumskóg.
Àvaringarnar um ringa vegin til Santa Cruz vóru ikki grundarleysar, teir 610 kilomatrarnir komu at Taka nærum 20 tímar at koyra. Onkustađni var vegurin so ringur, at øll vóru koyrd úr bussinum, međan sjaførurin koyrdi versta strekkiđ einsamallur. Tann síđsta Tíman var als eingin vegur. Vit koyrdu í útturkađari á, hetta var sum at koyra á malargróti, men tó ikki so rćđandi sum at koyra á brřttu fjallavegunum.

Tó, alt gekk væl og leygardag seinnapart komu vit til Sucre eftir at hava ferđast í gott tvey samdøgur.

Tá iđ vit vóru komin upp á pláss var fundir hildin viđ boliviansku leiđararnar av tiltřkunum hjá Dialogos um ætlanina fyri teir komandi dagarnar.
Mànadagin verđur fariđ til Potolo eina bygd nćrhendis Sucre har Jallqa indianarar búgva. Har verđur stór mótøka og vígsla av einum nýggjum tiltaki, iđ Dialogos hevur sett í verk saman viđ bolivianskum læknum. Aftaná verđa ymisk tiltøk, fòlkadansur, upprunatónleikur, og stór veitsla, har fólk frá
øllum bygdunum nærhendis luttaka.

Vit verđa í Potolo nakrar dagar. Har vit millum annađ skulu tosa viđ fólk sum duga viđ náttúruheiluvági og vit skulu tosa viđ ein medisinmann, sum dugir at lesa lagnuna hjá fólki í kokablřđum.

Heine Hestoy

RETUR TIL JALLQUA 99