Heilsustøðin hjá Ceciliu

07-10-99

Af Heine Hestoy

Ì samstarvi við læknar og heilsumyndugleikar í Bolivia hevur danski humaniteri felagsskapurin Dialogos útbúgvið 40 heilsupromotorar, kvinnur ella menn, Ið skulu taka sær av smávegis sjúkum og royna at grøða tað Ið tey kunnu í bygdunum, tí tað kann saktans tak millum fýra og átta tímar til gongu til læknan, ella til ein "Curandero", medisinmann, Ið kann hjálpa sjúklingunum. Bolivianskur lækni kemur úr Sucre einaferð um mánaðan til El Villar miðdepilin fyri 32 bygdir, og greiður frà tí sum neyðugt er at vita um ymsar sjúkur. Tey læra at leggja dropp og at geva innspræningar av penicillin til dømis. Harumframt heldur læknin skeið í nýtlsu av náttúruuheiluvàgi, sum er nógv útbreiddur í bolivia. Flestu familjur kenna fleiri læknaurtir, ið tey nýta dagliga. Læknin Miguel Isola, ið starvast saman við danska felagsskapinum Dialogos, hevur drúgvar royndir við nýtslu av mátturuheiluvági, og hann sigur seg hava góðar royndir . Trupulleikin er ikki at læra fólk í bygdunum at framstilla og nýta náttúruheiluvág, trupulleikin er heldur at fáa yngri bolivianskar læknar at viðurkenna og nýta henda heiluvág.

Teri flestu promotorarnir hava millum átta og 10 sjúklingar ið vitja hvønn mánaða og tað kann sigast at vera heilt væl serstakliga úti í teim smáu bygdunum, men tað er einamest tí, at sjúklingarnir hava meira álit á ein, sum tey kenna..

Í gjár vóru vit og vitjaðau fleiri av hesum heilsupromotorunum, millum annað støðina, hjá Ceciliu, einav bestu næmingunum hjà Miguel. Hon býr ì eini bygd nærhendis, sum eiturEl Dorado. (Tann gylti staðurin, sum spaniólar leitaðu eftir uttan ùrslit) Men her hjà teimum er einki, gull, bert stríð og strev frà morgni til myrkurs. Tey dyrka eplir, nòg mikið til sín sjàlvs og harumframt hava tey ein urtagarð við ymsum grønmeti, sum ikki er so vanligt her à leið Millum annað gularøtur og salatbløð. Royndir verða gjørdar at læra bolivianarar à smáum gørðum at dyrka annað enn meis, hveiti og eplir, men hetta gongur sera strilti, tí tey vilja bert dyrka og eta tað ið tey kenne best. cecilia og maðurin er ein av teim fáu familjunum, ið ger nýggjar royndir, men hetta grønmeti er bert til egna nýtslu.

Húsinum hjá teimum sýnast reinligari enn tey flestu hús her à leið. Nærum eingin vaskar seg og wc er ókent, tey flestu halda tað vera skittligt at nýta latrin og fara heldur afturum eitt træ at loysa sær buskurnar. Øll sova í sama rúmi, og kanska í somu song, so tað er sera tronglig og elvir ofta til sjùku. Eldstaðurin og ovnurin at baka breyð í eru úti í garðinum. Cecilia hevur gjørt sær eitt lìtið skyli, har hon goymir heiluvàg sproytur og annað. Hon er errin um at verða útvald sum heilsupromotorur og sigur frá, at hon hevur tígju sjúklingar hvønn mànaða og hon nýtur ofta nàttúruheiluvàg. Hon býður seg fram at stinga Erik Jørs, lækna, leiðara av Dialogos, men hann ber seg kortini undan, tað er nóg mikið at síggja heilsustøð hennara.

Annars hevur hon úr at gera at fyrireika seg, tì veitlsa skal verða ì El Villar, og har skal hon og fleiri av hinum kvinnunum ið takast við nàttùruheiluvàgi sýna fram og royna at selja eitt sindur av framleiðslu teirra.

Áðrenn vit fara haðani, býður hon okkum heit epli og grønmeta úr urtagarðinum, tað besta ið hon eigur at geva okkum.

RETUR TIL JALLQUA 99